Dreymar við havið í Løkshøll

Seinastu tíðina hava sera nógvir fyrispurningar verið, um nýggi føroyski filmurin hjá Sakarisi Stórá, Dreymar við havið, fer at verða vístur í Løkshøll. Frá okkara síðu hava vit arbeitt við málinum, og niðurstøðan er, at vit fara at vísa filmin, ið hevur fingið einastandandi góð skoðsmál. Vit hava tó ikki fingið nakað dato váttað, nær vit kunnu vísa hann, og vita tí ikki enn, nær filmurin kemur á skránnað – men hann kemur!

Næsta tiltakið í Løkshøll er í løtuni útgávukonsertin við Marius Ziska 6. oktober. Keyp atgongumerki.

2017-09-19T15:50:25+00:00