Inuk

Filmurin INUK – frumsýning í Føroyum

Nú kemur flotti, spennandi og áhugaverdi filmurin INUK til Føroyar, og verður sýndur í Løkshøll hóskvøldið 21. Februar kl. 19.30.

Filmurin er serstakur, tí leikararnir eru starvsfólk og børn á barnaheiminum í Umanaq í Grønlandi. Tað er eitt franskt filmslið, ið saman við Ann Andreasen, sum er ættað úr Klaksvik, og leiðari á barnaheiminum í Umanaq, ið hava staðið fyri framleiðsluni.

Longu nú hevur filmurin fingið 21 prísir á altjóða filmsfestivalum og er innstillaður til ein Oskar, sum ”besti útlendski filmur” í 2012.

Í samband við premierun koma Mike Magidson, fims-leikstjóri, Ann Andreasen, framleiðari, Marc Buriot, framleiðair, at greiða frá leiklutinum hjá barnaheiminum í filminum, og um hvussu tað hevur eyndnast at fáa filmin upp á tað støðið hann er komin. Frásøgnin, sum verður á Bókasavninum við Løkin, verður beint eftir filmin, og tað er gjørlig at seta teimum spurningar.

Filmurin snýr seg um ein drong, ið livir í sosialt truplum korum í Nuuk. At enda er støðan so trupul, at drongurin verður sendur á barnaheimið í Umanaq. Síðani vísir filmurin hvussu drongurin upplivir broytingina, og hvat hann og onnur børn á barnaheiminum hava at dragast við. At hesum verður so knýtt søgan um upprunan hjá dreinginum, um pápa og mammu hansara og hansara barndóm.

Stórbara og avbjóðandi grønlendska náttúran spælir ein stóran leiklut í filminum.

Kom og fá eina áhugaverda og góða uppliving , kom og hygg at filminum INUK!

2017-04-29T09:48:08+00:00
%d bloggers like this: