Kvøldskúlin hevur framsýning

Kvøldskúlin í Runavíkar kommunuskúla royndi fyri fyrstu ferð í fjør at hava partar av árligu framsýningini í Løkshøll. Hetta hepnaðist so væl, at í ár flyta tey alla framsýningina inn í Løkshøll. Nógv verður gjørt burturúr í ár. Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunuskúla stendur:
Árliga framsýningin av handaligum arbeiði kvøldskúlans, verður í Løkshøll leygardagin og sunnudagin.

Báðar dagar frá klokkan 15.00 – 19.00
Framsýningin verður sett leygardagin klokkan 15.00 av mentanarleiðaranum í Runavíkar Kommunu,-Sølva Reinert Hansen.

Eisini spæla og syngja næmingar.

Vælkomin at vitja framsýningina í Løkshøll!

2017-04-28T13:50:33+00:00
%d bloggers like this: