Haifaa Awad – Vit mugu stríðast fyri Sýria og Aleppo

Tað hevur eydnast okkum at fáa syriska læknan Haifaa Awad til Føroya á vitjan. Hesaferð eru ørindi hennara, at greiða frá sínum upplivingum, tá hon arbeiddi á sjúkrahúsi í Syria undir borgarakrígnum. Haifaa er 30 ára gomul og hevur livað ein stóran part av lívinum í Danmark, har hon eisini hevur lisið til lækna. Eitt tíðarskeið arbeiddi hon á landsjúkrahúsinum, og kennir tí væl Føroyar. Í Danmark er Haifaa Awad kend frá sínum livandi frásagnum um Syria, og stríðnum fyri frælsi hjá syriska fólkinum.

Umframt at greiða frá sínum upplivingum í Syria, fer Haifaa at tosa um orsøkina til borgarakríggi, og um hvussu kríggið hevur ávirkað fólkið í landinum. Eisini fer hon at tosa um hvat tað er, sum ger at ungir evropearar ynskja at luttaka í borgarakrígnum í Syria, og um hvussu vit best innlima flóttafólk í norðurlendsku londini. Haifaa fer at enda at hugleiða um framtíðarútlit hjá Sýria og sýriska fólkinum.

Temakvøldið, sum bituff skipar fyri, verður hildið í Østrøm í Tórshavn fríggjakvøldið 17. februar og í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið 18. februar. Tiltøkini byrja kl. 19.30 og enda kl. 22.30 Atgongumerki til tiltakið í Løkshøll faast á www.loksholl.fo og við dyrnar á 250 kr.

2017-04-08T20:43:25+00:00