Mette Blomsterberg í Løkshøll

Í sambandi við at Handilsmiðdepilin í Runavík skipar fyri stórum spennandi tiltaki í Løkshøll í Runavík hóskvøldið 31. mai hava tey bjóðað Mette Blomsterberg til Føroyar. Tiltakið kallast SANSA, og hetta er fjórða árið á rað, at tiltakið verður hildið. Hetta er eitt væl kryddað kvøld, har limir í HMD bjóða sínar vørur og tænastur fram á ein kreativan hátt.

Mette Blomsterberg, sum er kend frá sendirøðunum “Det søde liv”, “Kongerigets kager” og “Price og Blomsterberg” á DR1, fer at greiða frá síni passión fyri tí “Søta” og um, hvussu hugskotið til egna fyritøku kom. Mette Blomsterberg hevur í dag stóra succes við handlinum Blomsterbergs í Keypmannahavn, sjónvarpssendingum og við at skriva uppskriftabøkur við køkum og dessertum, sum kunnu freista sjálvt tann mest kræsna.

Aftaná fyrilesturin verður høvi at tosa við Mette Blomsterberg, keypa hennara bøkur og fáa autografar og bøkur signeraðar. Hetta er fyrstu ferð at Mette Blomsterberg vitjar í Føroyum.

Meira kunning um tiltakið og atgongumerkjasølu kemur seinni.

2017-04-28T14:21:41+00:00
%d bloggers like this: