Pól F – hugleiðing og sangur

Hóskvøldið, 21. november, fer Hanus G. Johansen at syngja Pól F sangir, og Hans Jacob Kollslíð at hugleiða um mannin Pól F. Joensen í Løkshøll.

Hanus G. Johansen hevur gjørt løg til ein hóp av yrkingunum hjá Pól F, og hevur givið út heilar tríggjar fløgur við sangum við orðum eftir Pól F. Tann kendasta av hesum fløgunum er kanska tann fyrsta “Gaman og álvara” (1988), men eisini tær báðar seinnu “Hørpuspælarin” (2010) og “Á fold eru túsind gudar” (2012) eru væl umtóktar millum manna. 

Hugskotið til tiltakið fingu fólk á Skála, tá tey skipaðu fyri einum Pól F kvøldi á Fjarðastevnuni í summar. Ynski var um at fáa Hanus at syngja Pól F sangir, men tey vóru eisini mong, ið kundu hugsað sær at hoyra eitt sindur um mannin Pól F. 

Hans Jacob Kollslíð skrivaði til hetta høvið eina hugleiðing um Pól F við støði í teirri ávirkan, ið sangirnir á plátuni “Gaman og álvara” høvdu á hann, tá ið hann hoyrdi plátuni á fyrsta sinni, og við støði í einari samrøðu, sum Pól F hevði við Tór Jóansson, tá ið Pól F fylti 70. 

Tiltakið “Pól F – hugleiðing og sangur” verður í Løkshøll, hóskvøldið kl. 19:00. Atgongumerkið fáast á heimasíðuni www.loksholl.fo og við dyrnar ein tíma frammanundan.

2017-04-30T15:54:24+00:00
%d bloggers like this: