Av Skipanesi til Æðuvíkar – Finalan

Í annaðkvøld, hóskvøldkið 26. apríl, verður finaluendabrakið í spurnarkappingini “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll. Í finaluni møtast Saltangará, Glyvrar, Æðuvík og Lamba.
Undanfarnu umfør hava verið sera undirhaldandi og góð, so ivaleyst verður finalan enn betri, á liðini fara at spenna seg enn meira út.

Umframt undirhaldið hjá vertum, dómarum og liðluttakarum verður eisini sangur við Albin Rasmussen og Kirsten Hansen.

Tiltakið byrjar klokkan 20.00 stundisliga!

Skráin fyri spurnarkappingina verður hendan:

Fyrra hálvfinala: Æðuvík, Andrass Hansen og Jóna Kristiansen móti Glyrum, Torbjørn Jacobsen og Bill Justinussen

Seinna hálvfinala: Saltangará ,Jónsvein Knudsen og Eli Lasseni móti Lamba, Magnus Rasmussen og Hans Jacob Lamhauge

2017-04-28T13:55:11+00:00
%d bloggers like this: