Eykasýning – Eystanstevnukabarettin 2012

‘Av leiðum í Heiðum’ er heitið á ársins Eystanstevnukabarett. Kabarettin, sum hevur nøkur ár á baki, er rættuliga ‘lokal’, og verður prikað eitt sindur til fólk í nærumhvørvinum. Onkur politikari, onkur úr vinnulívinum og onkur afturat verður vendur eitt sindur. Flestu leikararnir hava drúgvar royndir og liggur væl fyri at finna uppá og at herma.
Húsaorkestrið er eisini við aftur í ár, og eru tey væl fyri! Umframt at tey spæla undir hjá kabarettleikarunum og gera ‘jinglur’ framførir orkestrið eisini nakrar sangir sjálv.
Sum prikkurin yvir i’num eru eisini nakrar sera fittar fimleikagentur við.

Tær 3 ætlaðu sýningarnar av kabarettini “Av leiðum í Heiðum” eru nú spældar, men av tí at undirtøkan hevur verið góð, og tí at fólk lata so væl at, hevur kabarettbólkurin avgjørt at gera EINA EYKASÝNING.

Eykasýningin verður FRÍGGJAKVØLDIÐ KLOKKAN 20.00.

Atgongumerki á kr. 150,- fáast til keyps og við dyrnar frá klokkan 19.00.

2017-04-28T14:32:14+00:00
%d bloggers like this: