Finalistarnir funnir!

Bæði innleiðandi umførini av sera vælumtóktu lokalu spurnarkappingini av Skipanesi til Æðuvíkar hava nú verið í Løkshøll.

Úr fyrra innleiðandi umfarinum komu lokalu vábingarnir Jóannes Djurhuus og Eli Lassen víðari, saman við fyrrverandi hjálparvenjarunum Djóna N. Joensen og Harry Knudsen. Bæði hesi liðini valdu at framføra sangir í alternativu avbjóðingini.

Úr seinna innleiðandi umfarinum komu verandi meistarar, glyvramenninir Tórbjørn Jacobsen og Sverri Justinussen víðari, saman við Halli Hansen og Kenneth Rasmussen. Bæði hesi liðini valdu at framføra leikir í alternativu avbjóðingini, har vit  í fyrra lagi vóru á kontórinum hjá Rodmundi og hoyrdu m.a. um navnabroytingina til Borgartind, lembing og Excel-flugubein, og í hinum førinum vóru vit við Tóri á túri hjá uttanmonnum og ein túr á skrelliplássinum innanmark.

25. mai 2017 er tí lagt upp til eina sera stuttliga og spennandi finalu, ið vanliga plagar at verða sera væl vitja. Atgongumerkir kunnu keypast í forsølu á www.loksholl.fo.

2017-05-14T12:51:19+00:00