Nýggjur samskipari í Løkshøll

Frá 1. mars er Ásbjørn Berthelsen settur í starv sum samskipari í Løkshøll. Ásbjørn arbeiðir sum lærari í skúlanum við Løkin og hevur dagliga gongd í Løkshøll, so nevndin helt hann vera eitt gott boð uppá nýggjan samskipara, nú sitandi samskipari gevst.

Ásbjørn tekur við starvinum eftir Hjørdis Viberg, sum er farin í annað starv.

2017-04-28T13:15:25+00:00