Svana cup í Løkshøll

Tíðindaskriv frá Svani

Svanur, sum er ítróttarfelag fyri fólk við rørðslu- og menningartarni í Eysturoy, hevur tey seinastu átta árini skipað fyri einari cup-kapping í boccia, ið kallast Svana Cup. Henda kappingin verður í Løkshøll í Runavík leygardagin 23. Septembur kl. 13.00.

Kappast verður í boccia fyri rørðslu- og menningartarnað. Boccia er eitt sera spennandi bóltspæl, har øll kunnu vera við, uttan mun til aldur, stødd, og fysisk evni. Tað eru tveir luttakarar í Boccia í hvørjum spæli, og endamálið er at kasta sínar bóltar so tætt upp at málbóltinum sum til ber. 13 bóltar eru við í spælinum: 6 bláir, 6 reyðir og 1 hvítur málbóltur.

Í nøkur ár hava vit valt, at hava eina kapping fyri áskoðararnar eisini, har tey, sum annars kappast leggja lag á. Hetta er sera spennandi og skemtingarsamt bæði fyri brúkarar og áskoðarar. So á skránni í ár vera fýra kappingar:

  1. Kvinnur við menningartarni
  2. Menn við menningartarni
  3. Kvinnur og menn við rørðslutarni
  4. Áskoðarar

Etly Nord Højgaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu, fer at seta tiltakið. Eftir setanina verður kappast, og nummar 1, 2 og 3 í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.

Vit miðað ímóti at fáa eina hugnaliga løtu við síðuna av kappingina eisini, har okkurt gott verður at fáa. Sí eisini kunning á heimasíðuni hjá Svani www.svanur.fo.

Tey, ið ynskja at luttaka, verða vinaliga biðin um at boða frá luttøku á svanur@svanur.fo.

Tað kostar 100 kr. at luttaka.

2017-09-21T14:19:37+00:00
%d bloggers like this: