“Eitt veruligt ævintýr”

Mikukvøldið 11. apríl kl 19:00 sýnir Tónleika- og Dramabreytin í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla og skúlanum á Ziskatrøð fram sangleikin “Eitt veruligt ævintýr”. Hesin ungdómsleikurin er fyri øll – bæði stór og smá.

”Eitt veruligt ævintýr” er ein stuttligur og spennandi sangleikur, ið fer fram í tveimum heimum – einum ævintýrheimi og so eisini so eisini í einum veruligum, vanligum skúla. Vit hitta allar teir kendu ævintýr’figurarnar’, t.d. Snjóhvítu, Øskufíu og stjúksystrarnar, Tornarósu, Prinsin á hvíta hestinum, Hans og Gretu, Klokkublómu, Reyðhettu, Gandaspegilin, Veiðimannin og fleiri onnur. Tá Gandaspegilin av óvart kemur at nevna, at hann kann senda ævintýrfólk inn í ’veruleikan’ fyri óndu stjúksystrunum hjá Øskufíu, verður alt ein ruðuleiki. Systrarnar fara ígjøgnum spegilin inn í veruleikan – beint inn í ein vanligan skúla. Tær koma skjótt í hóslag við Grímhild, Óðin og teirra harkalið, og so hendir mangt og hvat.

Sangleikurin hevur alt tað, ið ein slíkur leikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið spæla bæði tónleik og sjónleik.

Tað eru lærararnir, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er leystliga týddur úr enskum. Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar og lagt tónleikin til rættis.

Atgongumerki á 100 kr kunnu bíleggjast á Kunningarstovuni í Fuglafirði, Kunningarstovuni í Saltangará og á tlf 222443 (Bárður á Lakjuni). Ikki seld atgongumerki verða seld við dyrnar 1 tíma undan sýning.

2017-04-28T13:43:46+00:00
%d bloggers like this: