Spanska fluga

Seinastu sýningarnar av sjónleikinum Spanska Fluga vera í Løkshøll leygardagin 17. mars kl. 16.00 og 20.00 og sunnudagin 18. mars kl. 16.00

Sjónleikurin um Spansku flugu hevur verið spældur í Losjuni í Gøtu. Útselt hevur verið til allar sýningarnar, so nú ætla tey í Gøtu sjónleikarafelag at spæla seinastu sýningarnar í størri hølum.

Leikurin er ein skemtileikur, sum fer fram uml. Ár 1910, í einum lítlum Týskum býi. Vit eru heima í stovuni hjá sinnopsframleiðaranum Klinke, og har hendir mangt og hvat. Kærleiki er í luftini bæði so og so, alt gerst ein stór fløkja, og hana royna tey at greiða.

Tað er Ria Tórgarð, sum hevur leikstjórnað, og á pallinum eru 12 leikarar og 1 tónleikari.

Sjónleikurin er uml. 1½ tíma til longdar.

2017-04-28T13:29:01+00:00
%d bloggers like this: