Tey gera klárt til eitt veruligt ævintýr

Mikudagin 11. mars klokkan 19.00 framførir sjónleikabreytin í Fuglafjarðar skúla leikin “Eitt veruligt ævintýr”. Í dag, dagin fyri, eru næmingar og lærarar í Løkshøll og gera klárt og venja.

Ein av fyrireikarunum, Bárður á Lakjuni, sigur, at leikurin er bæði fyri smá og stór. Børn skilja tað, sum fyrigongst á pallinum, men nógv í leikinum er vent til tey størru.

Tað ber til at lesa meir um leikin við at trýsta her

2017-04-28T13:47:54+00:00
%d bloggers like this: