Oyðimarkarblóman

Týskvøldið 29. januar klokkan 19.30 verður hjartaskerandi filmurin
Oyðimarkarblóman sýndur í Løkshøll. Filmurin er bygdur á bestseljaran
Desert Flower eftir kendu fotomodellini, Dirie Waris.

Stutt um Dirie Waris

· Umskorin sum fimm ára gomul
· 13 ára gomul trúlovað gomlum manni
· Dømd at giftast til eitt lív, hon ikki sjálv hevði valt
· Flýddi og gjørdist ein av heimsins kendastu fotomodellum
· Arbeiðir í dag fyri at steðga umskering av gentum

Dirie Waris slapp ikki sjálv at velja sær mann, men var dømd at liva
eitt lív, har maðurin átti og ráddi yvir henni. Hevði tað so av illum
verið ein ungur vakur maður – nei, ein gamlan tannleysan mann valdi
pápi hennara henni.

Men Dirie Waris var ein djørv genta. Hon visti, at skuldi hon sleppa
undan at giftast gamla manninum, hevði hon bara eitt at gera, og tað
var at flýggja.Hóast hon bara var 13 ár, rýmdi hon undan pápa sínum og
fór eina hættisliga ferð til gongu gjøgnum oyðimørkina.

Filmurin lýsir hjartaskerandi lívssøguna um djørvu gentuna og ótrúligu
ferð hennara úr oyðimørkini í Somalia, burtur frá foreldrum, systkjum
og lívinum sum nomadi, til eitt lív millum heimsins kendastu
fotomodellir.

Tað eydnaðist henni at koma heilskapað gjøgnum oyðimørkina og síðani
til Onglands, har hon eftir at hava verið arbeiðsgenta hjá familju í
nøkur ár byrjaði sum fotomodell. Seinni var hon so heppin at sleppa
til Amerika, har hon gjørdist ein av heimsins kendu fotomodellum.

Á tindinum í lívsyrki sínum sum fotomodell segði hon hetta arbeiðið
frá sær og halgaði lív sítt í stríðnum fyri at steðga umskering av
gentum.

Atgongumerkið kostar 100 krónur og peningurin fer til hjálpararbeiðið
hjá ABC barnahjálp.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Løkshøll.

2017-04-29T09:44:56+00:00
%d bloggers like this: