Ársfrágreiðing 2014

Í Februar 2014 yvirtók Runavíkar kommuna dagliga raksturin av Løkshøll, eftir at Mentanarhúsfelagið hevði staðið fyri hesum, síðani Løkshøll varð tikin í brúk. Hetta er ein stutt frágreiðing um tey tiltøk, sum hava verið síðani februar 2014.

Løkshøll verður brúkt til stór tiltøk sum konsertir, fyrilestrar, ráðstevur o.a., men eisini smærri tiltøk. Fundir, filmssýningar og kvøldskúla og musikkskúlakonsertir – fyri at nevna nøkur av hesum. Øll tiltøk eru ikki við í frágreiðingini. Smærri tiltøk eru ikki í hesum yvirlitinum.

 

Nøkur av tiltøkunum í 2014

Februar

Stórt tiltak hjá Kongshavnar havn við fyrilestrum og pallborði

Fyrilestur við Naser Khader

Kvinnukvøld hjá NSÍ

Skúlatiltøk:

  1. flokkur vandi og spældi sjónleikin Vikarurin.

Konsert við Dánjal á Neystabø

Skúla FM finala hjá íverksetarahúsinum

 

Mars

Kunnandi tiltak – Handilsskúlin á Kambsdali

Parkinsonfelagið – fundur

Down syndrom dagur

Stuðulskonsert “Næstin”

 

Skúlatiltøk:

Várroynd

 

Apríl

Champions League dystir á stórskíggja

Kvøldskúlakonsertir

Av Skipanesi til Æðuvíkar

Bocciakapping

Javnaðarflokkurin á fólkatingi

Fyrilestur um jarðhita – Demich

 

Skúlatiltøk

Fifakapping

Konsert við BarZangBar

Sjónleikurin Harlequin

 

Mai

Temadagur hjá Miðfyrisitingini

Klippfisk á ferð

Konsert við Halli Joensen og øðrum

Flight Simulator skeið

 

Skúlatiltøk

Várveitsla hjá 10. Flokki

Skrivligar próvtøkur

 

Juni

Eystanstevna

 

Skúlatiltøk

Próvhandan

 

Juli

HM endaspælið á stórskíggja

 

Skúlatiltøk:

Summarfrí

 

August

Konsert við Lenu Mariu Klingvall

 

Skúlatiltøk

Næmingar á læraraskúlanum á vitjan

 

September

Fyrilestradagur Runavíkar kommuna

Fysioterapifelag føroya temadag

Konsert Simon Lynge

Konsert Føroya Landsorkestur

Kunningartiltak – handilsskúlin á Kambsdali

Filmsupptøkur

 

Skúlin

Skúlaleiðarafundur

 

Oktober

Sjónleikur – syndefaldet                               (saman við bókasavninum)

Grønlendskur filmsfestivalur      (saman við bókasavninum)

Mentanarvika                                    (saman við bókasavninum)

Familjutiltak

Setan

Fyrilestur við Jógvan Zachariassen

Fyrilestur við Jan Rasmussen

Seyðatiltak

Sjónleikur Terrysa saga

Faro expo

Konsert Lena Andersen

 

Skúlatiltøk

Vitjan av  Lene Risbjerg fyrrverandi rúsmisnýtara

 

November

Countrykonsert við Jens Lisberg

Sunnudagsskúlaleiðarafundur

Contryjól

 

Skúlatiltøk

Íverksetanarbreytin – Søla og Performance

Berin – framløga

Jólaroynd

 

Desember

Bocciakapping – Svanur

Gomul jól í Heiðunum                    (saman við kunningarstovuni og bókasavninum)

Jól við Løkin

 

Skúlatiltøk

Skúlin brúkar Løkshøll allan desember mánaða til framførslur og tiltøk

 

Tal av vitjandi

Løkshøll hevur verið væl vitjað øll árini, síðani hon varð tikin í brúk.

Ár Tiltøk Tal á vitjandi Í miðal
2009 30 5795 193
2010 54 7957 147
2011 54 8545 158
2012 38 7134 187
2013 46 6782 147
2014 86 8703 101

Sum sæst á yvirlitinum, hava nógv fleiri tiltøk verið í 2014 enn nakað av hinum undanfarnu árunum. Taka vit skúlatiltøkini við, eru vit uppi á 123 tiltøkum. Talið á vitjandi er eisini met í 2014. Miðaltalið er tó lækkað nakað. Hetta tí at vit hava havt nógv fleiri smá tiltøk.

 

Árið

Um vit hyggja at, hvussu tiltøkini liggja spjadd út á árið, sæst ein týðuligur tendensur.
Flestu tiltøkini liggja frá februar til mai og í september og oktober. (Í oktober er mentanarvikan – hon hálar talið væl upp).
í summarmánaðunum eru fá tiltøk. Hetta er nokk tí, at tað eru so nógv onnur tilboð tá. Stevnur og festivalar o.a.

 

Okkara egnu tiltøk

Flestu tiltøkini í Løkshøll eru tiltøk, har onnur fólk leiga seg inn og sjálv skipa fyri.

Tó hava vit skipað fyri nøkrum tiltøkum sjálv. Ætlanin er, at hesin parturin skal vera størri og størri, og at vit soleiðis kunnu gera okkum eina ætlan yvir, hvat slag av tiltøkum vit ynskja at hava á skránni.

Tey tiltøkini, vit sjálv hava tikið stig til:

Løksbio: Síðani biografútgerðin varð keypt hava vit av og á víst biograffilmar. Hetta hevur verið gjørt í samstarvi við Atlantis bio í Klaksvík. Í 2015 er ætlanin at gera hesar sýningarnar meira regluligar.
Eisini hava vit nýtt biografútgerðina til annað. T.d. vístu vit nakrar Champions League dystir, endaspælið í HM fótbóltskappingini, umframt at fleiri og fleiri velja at brúka stóra løriftið til fyrilestrar.

Mentanarvikan við Løkin: Løkshøll hevur øll árini verið við í mentanarvikuni Skýming. Fyri fyrstu ferð avgjørdu vit í 2014, at vit sjálv vildu seta okkara egnu skrá saman. Á henda hátt kundu vit samskipa tiltøkini fyri Løkshøll og bókasavnið. Skráin var fjølbroytt og okkurt var til allar málbólkar. Í Løkshøll vóru ikki færri enn átta tiltøk (umframt tey á bókasavninum)

Jól við Løkin: Eitt av absoluttu hæddarpunktunum í 2014 var Jól við Løkin. Ein jólakonsert, sum vit hava ætlað at skipað fyri í áravís – endiliga kláraðu vit tað. Konsertin var væl fyriskipað, nógv var gjørt burturúr á øllum økjum. Afturmeldingarnar hava verið sera jaligar. Ætlanin er, at henda konsertin skal vera eitt afturvendandi tiltak.

2017-04-30T15:07:41+00:00
%d bloggers like this: