Ársfrágreiðing fyri 2015

2015 var enn eitt hendingaríkt ár í Løkshøll. Sólin sløknaði, vit høvdu konsert í myrkrinum, og so hildu vit eina rimmar VEITSLU. Kringvarpið sendi beinleiðis spurnarkapping úr Løkshøll, og vit hýstu eini stórari norðurlendskari ráðstevnu. Nógv onnur tiltøk hava verið, sum eisini sæst í yvirlitinum niðanfyri.

Tað er gleðiligt, at fleiri og fleiri brúka Løkshøll. Fyritøkur, politiskir flokkar og privatpersónar skipa fyri tiløkum av ymiskum slagi – størri og smærri – og vísir tað seg, at Løkshøll er sera væl egnað til alskyns sløg av tiltøkum.

Hetta er ein stutt frágreiðing um nøkur av tiltøkunum, sum hava verið í 2015. Øll tiltøk eru ikki við í frágreiðingini. Smærri tiltøk, sum t.d. fundir, eru ikki í yvirlitinum niðanfyri.

 

Nøkur av tiltøkunum í 2015

Januar

Filmsvikuskifti

VM hondbóltur á stórskíggja

 

Skúlatiltøk:

Limafundur hjá Føroya Lærarafelag

 

Februar

Á Quiztinum  – Finalan send live í KVF

Filmsvikuskifti

 

Skúlatiltøk:

Framløgur

Listaleypurin

‘Sig frá tí’ – Fyrilestur fyri lærarum

 

Mars

Grindamannafelagið – Fundur um mønustingaran

4 Fýrar – Kabarett

Borgarafundur hjá Runavíkar kommunu

Landsfundur hjá Sambandsflokkinum

Konsert í myrkri – í samstarvi við Sjóndepilin

 

Skúlatiltøk:

Sólin sløknar – Rógvi Dam

Sjónleikurin ‘Einki orð’

 

Apríl

Bocciakapping

Konsert – Eivør Pálsdóttir

Fyrilestur um Føroysk klæði

Fyrilestur um flóttafólkaspurningin

 

Skúlatiltøk

Starvsfólkafundur

Sjónleikaframførslur

 

Mai

Bindiskeið

Musikkskúlakonsertir

 

Skúlatiltøk

Menn í sokkabuksum – sjónleikurin hjá 10. Flokki

SSP tiltak – (Skúli, Socialir myndulieikar og Politi)

Skrivlig próvtøka

 

Juni

Champions League finalan víst á stórskíggja

Landsfundur hjá Nýggjum Sjálvstýri

Stór stuðulskonsert

 

Skúlatiltøk

Próvhandan

 

Juli

Summarfrí

 

August

Útnorðurráðið – Norðurlendsk ráðstevna

Fyrireikingar og venjingar til sjónleikin Veitslan

 

September

VEITSLAN – Framførslur

Vísundavøkan á ferð

 

Oktober

Mentanarvikan
– Familjutiltak
– Setan
– Barnabio
– Fyrilestur um føroyska list
– Fyrilestur við Páll Sundskarð
– Back to the Future
– “X-Factor backstage”
– FaroExpo
– Ludo – føroyskur filmur
– Binditiltak
– Avdúkan av minnisvarða

 

Eik-Cup
Skúlatiltøk
Trivnaðardagar

 

November

Eik – Starvsfólkatiltak, avdúking av nýggjum lýsingarsamleika

MMR – Mentamálaráðið, ráðstevna fyri lærarum

ÍSB – FM-kapping í Bocchia

 

Skúlatiltøk

Jólaroynd

 

Desember

Musikkskúlakonsertir

Gomul jól í Heiðunum – samstarv við kunningarstovuna

Jól við Løkin

 

Skúlatiltøk

Skúlin brúkar Løkshøll allan desember mánaða til framførslur og tiltøk

 

Tal av vitjandi

Løkshøll hevur verið væl vitjað øll árini, síðani hon varð tikin í brúk.

Ár Tiltøk Tal á vitjandi Í miðal
2009 30 5795 193
2010 54 7957 147
2011 54 8545 158
2012 38 7134 187
2013 46 6782 147
2014 86 8703 101
2015 64 7463 117

*skúlatiltøkini eru ikki tald við í yvirlitinum.

Sum sæst í yvirlitinum omanfyri, vóru ikki so nógv tiltøk í 2015 sum í 2014. Hetta kemst av tí at fleiri tiltøk vóru, sum upptóku Løkshøll yvir longri tíð. T.d. upptók sjónleikurin “Veitslan” hølið í ein mánaða, tá tey vandu og spældu leikin.
Færri tiltøk merkir færri fólk. Góð 1200 færri vitjanir í 2015. Men um vit taka miðjaltalið, so vóru fleiri fólk til hvørt tiltak í 2015.
 

Árið

Sum vanligt er, so er aktiviteturin í Løkshøll ikki javnt spjaddur yvir árið. Januar og februar eru friðarligir við fáum tiltøkum, mars, apríl og mai eru rættuliga tætt pakkaðir, juni og juli eru mestsum eingi tiltøk, og restin av árinum er rættuliga tætt pakkað.

Sólarmyrkingin
Eitt hæddarpunkt í 2015 var sjálvandi sólarmyrkingin. Hetta hátíðarhildu vit við at skipa fyri konsert í myrkri. Í bølamyrkari Løkshøll framførdu Kristina Bærendsen, Martin Joensen, Edvard Nyholm Debess o.o.  Konsertin var eitt serstakt upplivilsi, og fólk lótu sera væl at. Konsertin var eitt samstarv við sjóndepilin.

4 fýrar
Í samstarvi við kabarettbólkin 4fýrar skipaðu vit fyri kabarettsýningum. Nógv var gjørt burturúr tónleiki og búnum, og riggaði hetta avbera væl. Kabarettin var væl vitjað og væl umtókt. Ætlanin er at hava nýggjar sýningar í 2016.

Útnorðurráðið
Útnorðurráðið, sum er eitt samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland, hevði eina ráðstevnu í Løkshøll. Ráðstevnan var í 3 dagar, og umframt teirra egnu fundir skipaðu tey eisini fyri einum mentanarkvøldi, har listafólk úr øllum útnorðurlondunum framførdu. Enekk var umboð fyri Føroyar.

Veitslan
Við Maritu Dalsgaard á odda spældi ein sjónleikarabólkur sjónleikin Veitslan. Leikritið er danski filmurin Festen hjá Thomas Vinterberg. Sjónleikarar úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark spældu við. Venjingarnar vóru í Løkshøll, og premiera og 4 sýningar vóru her. Leikurin fekk sera góð ummæli í miðlunum. Tá seinasta sýning var spæld fóru tey til Suðuroyar at spæla leikin. Eftir hetta spældu tey hann í Norðurlandahúsinum.

Mentanarvikan.
Skráin til mentanarvikuna var góð og varierað. Okkurt var til øll.
Til mentanarvikuna í ár spentu vit bogan heldur nógv. Fleiri tiltøk hvønn dag og samstundis í Løkshøll og á bókasavninum. Hetta vísti seg ikki at vera eitt so gott hugskot, og broyta vit hetta nokk til komandi mentanarviku. 15 tiltøk vóru í Løkshøll í mun til 8 í 2014 (og tá eru ikki tey tald við, sum eru á bókasavninum).

Jól við Løkin
Aftur í ár skipaðu vit fyri Jól við Løkin. Hetta er annað árið at konsertin er. Vit høvdu gjørt enn meir burturúr í ár, og eydnaðist konsertin avbera væl. Linda Andrews var høvuðsnavn, og umframt hana vóru 8 onnur nøvn á skránni.
Kringvarpið tók konsertina upp og sendi hana um jólini. Afturmeldingarnar hava verið sera positivar.
Útselt var til ta fyrru konsertina, so ein eykakonsert var sett á skrá. Henda konsertin var mestsum útseld eisini.
Ætlanin er at henda konsertin skal vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.

 

Ásbjørn Berthelsen, samskipari

2017-04-29T14:22:52+00:00