Løksbio í gongd

LØKSBIO kalla vit nýggja biografin í Løkshøll. Við einum samstarvi við Atlantis Bio í Klaksvík fara vit at vísa nakrar biograffilmar. Ætlanin er at hava ein til tveir góðar filmar hvønn mánaða í eina royndartíð.

Vit byrja í komandi viku – 4. november við filminum THOR og 5. november við TURBO.

THOR er ein rættur actionfilmur, sum tey flestu helst hava hoyrt um. Hann hevur 11 ára aldursmark og kostar 85,-.

TURBO er ein animeraður barnafilmur um ein snigil, sum fær bensin í blóðið. Filmurin er í 3D og kostar 95,-. Brillur fáast í Løkshøll og skulu latast inn aftur aftaná filmin.
Atgongumerkjasølan er klár á heimasíðuni. Atgongumerki fáast eisini við dyrnar.
2017-04-30T15:56:25+00:00
%d bloggers like this: