Løkshøll tjóvstartar mentanarvikuna við einum rimmar familjutiltaki

Leygardagin 19. oktober klokkan 14.00 verður árliga familjutiltakið á mentanarvikuni í Runavík.
Á skránni í ár er nógv spennandi. Eitt spildurnýtt sápubløðrushow verður at síggja fyri fyrstu ferð og Jákup Veyhe fer at fortelja um fólkini í Mórugøtu, sum vit kenna frá barnaútvarpinum. Beinir Troest Rasmussen og Maria á Lakjuni fara at hava hvør sína konsert og so verður eitt rimmar gyklashow eisini!

Familjutiltakið er eisini byrjanin til eina teknikapping á bókasavninum, sum verður alla vikuna.

Sum navnið sigur, so er hetta eitt tiltak fyri alla familjuna.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll í Løkshøll!

Atgongumerki á 100,- fáast á www.loksholl.fo

2017-04-30T15:58:43+00:00