Nýggja løriftið gevur nógvar møguleikar

Í desember mánaða í fjør kom nýtt lørift upp at hanga í Løkshøll. Løriftið er stórt – 11m til longdar og hæddin er uml 7 metrar. Nýggjasta tøkni ger, at vit nú kunnu vísa 3D filmar og hoyra ljóð í Dolby surround.
Nýggja filmsútgerðin hevur nú verið í nýtslu nakrar ferðir, og má sigast at møguleikarnir eru nógvir. M.a. eru tveir stórir spælifilmar vístir, ein Fifa kapping hevur verið, eitt filmskvøld við føroyskum stuttfilmum og nú verður arbeitt við einum projekti at gera Løkshøll um til ein stóran flogskiparakliva (kokkpitt), har tað ber til at royna Flight Simulator.
Møguleikarnir eru nógvir – tað ræður bara um at síggja teir og brúka teir.
2017-04-30T16:04:14+00:00
%d bloggers like this: