Ummæli: Jól við Løkin

JÓLAKONSERT Í LØKSHØLL

  – fokus á røttum stað!
Ein stórfingin jólakonsert í Løkshøll í Runavíkini leygarkvøldið 20. desember kl.20.00. Fullsett høll. Atgongumerkið kostaði 200,00 krónur, sum kundu keypast yvir netið. Randi Hansen og Asbjørn Bertelsen vóru konferensierar í rættuligum professionellum TV-stíli.  Eitt, sum tú legði til merkis, tá tú kom innar í høllina, var hvussu vakurt jólaskrýdd hon var við ljósskreyti á teppinum aftanfyri pallin, og stórum jóladekoratiónum niður úr loftinum og vakurt uppsettum livandi ljósum á pallinum. Tað er blómuhandilin Orkis, sum hevur staðið fyri hallarskreytinum.
Konsertin var í umleið 2 tímar, tá steðgurin er tikin við. Í steðginum varð bjóðað til kaffi og mandludessert. Gott at fáa loyvið at røra seg eina løtu og tosa inntrykkini ígjøgnum við onkran, tí góðu inntrykkini eru nógv, tá tú situr undir eini so breiðari tónleikaviftu sum leygarkvøldið í Løkshøll.

Luttøka

Tey, sum luttóku  vóru m.a. Heini Lútzen,bólkurin High-5, Bárur á Lakjuni, Olvheðin Jacobsen, Beinta, Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Petur Hans Hansen og tær fýra systrarnar, sum júst hava givið út nýggja fløgu. Tónleikararnir, sum útgjørdu húsorkestrið, vóru fleiri, og umboðaðu teir bæði flýgil, guitara, trummu og blásiljóðføri. Hvat vildi ein konsert verið, um ikki fólkini aftanfyri ljóðførini eisini vóru har?!
Stigtakarin til konsertina var ungi maðurin Pætur Egholm Jakobsen, sum fekk eitt dyggiligt herðaklapp frá áhoyrarunum fyri eitt sera gott fyrireikingaravrik. Tá konsertin endaði varð viðmerkt, at ynskjandi er, at hetta verður eitt afturvendandi átak – livst so spyrst!

Heini Lützen

Vit skula ikki úttala okkum um hvør sang best, tí øll brúktu tónleikaevnini optimalt, sum skaparin hevur givið teimum, og tá er talan um tað besta. Tó vil eg viðmerkja Heina Lútzen, sum jú er ein garvaður, kendur og elskaður sangari í føroyskum høpi, og sum flestu av okkum hava stóra virðing fyri sum sangara.
Heini er ein sannur úrmælingur, tá tað kemur til sangframførslu. Hann ikki bara syngur, men hann framførur samstundis við einum so livandi raddar- og kroppsmáli, at talan er um eitt tónleikalistarverk, sum áhoyrararnir sita eftir við, tá klappini runga í høllini – Heini formidlar Guds sannleikar bæði við sangi og kroppsmáli!

Fokus

Áhoyrararnir vórðu spardir fyri eini innrás av jólamonnum og nissum, sum eftir hondini er vorði alt ov nógv. Jólamenn og nissur eru hugnalig og stuttlig har børn eru, men tað kann gerast so nógv, at tað næstan markar upp til avgudaríð – læti okkum heldur savna okkum um einglarnar, tí tað vóru hóast alt teir, sum komu við teimum  fyrstu jólaboðunum.
Bárður á Lakjuni framførdi ein sang, sum hann kallar “Nú jólini nærkast.” Ein sangur, sum hann skrivaði saman við skúlabørnunum. Sangurin er um jólastákið og jólamannin nú jólini nærkast, men niðurstøðan í sanginum er, at tað besta av øllum er, at Jesus varð føddur.
Tað, sum kann sigast um konsertina er, at frá byrjan til endan var fokusi á Orðið, sum varð hold, sum varð gitið í móðurlívið og sum varð føtt inn í heimin av eini moyggj, og sum gjørdist frelsari als fólksins.
Um jólini skula gerast eini sonn gleðisjól fyri teg og okkum øll, eiga vit at hava tað einasta rætta jólafokusi!
2017-04-30T15:06:21+00:00
%d bloggers like this: