Útgávukonsert við Jens Marna

Jens Marni er aftur við einari nýggjari útgávu, eftir at seinasta útgávan “The right way” kom út í 2008.

Henda fløgan er øðrvísi  enn tann fyrra. Sangirnir eru framvegis popsangir, men ljóðið er meira livandi og sagt verður, at man hoyrir meira til tónleikararnar á hesari útgávuni enn á tí fyrru. Talan er um pop blandað við nýggjari country- og fólkatónleiki.

Tónleikarar á konsertini og á fløguni eru:
Trummur: Jesper Thomsen (X-Faktor)
Bass: Morten Jay Jakobsen (Big Fat Snake)
Keyboards : Finnur Hansen
Auk guitar: Ragnar Finsson
Steel og elguitar: Jákup Zachariassen

Allir hesir tónleikarnir eru eisini við á nýggju útgávuni.
Konsertin verður tann 27. mars klokkan 20.00. Atgongumerki á 220,- kunnu keypast her

2017-04-30T16:07:54+00:00
%d bloggers like this: