Audio exhibition

Eitt heilt serstakt tónleikaligt upplivilsi í Løkshøll Fríggjadagin 5 juli kl 20:

Tónleikur við teldum og floyalsbuksum

Hvussu brúkar ein floyalbuksir til tónleik? Hvussu ljóðar ein rytmisk kráka? Vindur, havhestar og brim? Tónleikarverk á einari lítlutrummu? Hvussu gerst áhoyrarin ein partur av verkinum? Nýtist tónleikur at deilast upp í sjangrur?
Johan Svensson, Wayne Siegel, Jens L. Thomsen, Heðin Z. Davidsen, Kristian Blak, Santiago Bolio og arðir geva sítt boð uppá nakrar av hesum spurningum.

Tað er eingin loyna at teldan er ein umráðandi partur í tí dagliga virkseminum hjá okkum menniskjum, og tí útvikling vit eru farin ígjøgnum seinastu 40-50 árini. Tónsmiðjir og tónleikarar hava nýtt telduútgerð og teir møguleikar, ið har eru, síðan fyrsta dagin. Markið millum ljóð og óljóð er ikki longur í tónleikaheiminum. Við nýggjari útgerð, sum vinnur fram hvønn dag, ber til at arbeiða so neyvt við ljóðið, at hvør ein detalja kann kannast og arbeiðast við. Tað er nakað áhugavert og vakurt í øllum. Bara ein hyggur nóg tætt ella nóg leingi.
Á hesari konsertini vísir Audio Exhibition hvat rørir seg innan samantvinningina av partiturtónleiki og teldugjørdum tónleiki anno 2013.

Audio Exhibition fer í samband við Summartónar 2013 at spæla 4 konsertir. Audio Exhibition er Matias Seibæk á slagverk, Santiago G. Bolio á guitar og Andras Olsen á trombon.

2017-04-30T16:02:07+00:00
%d bloggers like this: