Barnakórstevna

Barnakórkonsert verður í Løkshøll leygardagin 28. apríl kl. 16.00.

200 børn úr skúlum í Eysturoynni og Suðurstreymoy framføra saman sangir við løgum eftir Jensinu Olsen. Millum sangirnar er nýgjørda verkið “Kavaflykran”, sum er fyri barnakór, solistar og lítið kamarorkestur mannað við fólki úr Tórshavnar Musikkskúla.

Føroya Sanglærarafelag hevur tikið stig til konsertina í sambandi við, at 50 ár eru liðin síðan felagið fór at virka.

Atgongumerkini fáast við dyrnar og kosta 70 kr.

2017-04-28T13:56:31+00:00
%d bloggers like this: