Divaz í Løkshøll

Leygarkvøldið 10 mars 2012, kl. 21.00 spæla Divaz í Løkshøll.

Her fyri framførdu tey fyri fullsettum sali í Norðurlandahúsinum. Nú koma tey inn í Eysturoynna.

Divaz hevur tikið øll á bóli við sínum heilt serliga tónleikauniversi. Tær tríggjar songkvinnurnar Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carslen standa á odda í hesum serstaka tónleikabólki, ið hevur nakað, ið vit ikki hava sæð áður í Føroyum. Tónlistarliga støði er í hásæti, og sangur, tónleikur og pallframførsla renna saman í eina hægri eind, ið er karmur um hetta framúr konseptið. Divaz er spæligleði, vælspældur, svingandi tónleikur, sangur og framførsla á høgum støði.

Tær tríggjar megna við síni karisma og talenti at koma út um pallin, og samstundis sum tær eru sera undirhaldandi og kunnu fáa fólk at dansa, syngja og klappa, megna tær eisini at syngja seg inn í hjørtuni á áhoyrarunum.

Frálíku tónleikararnir standa einki aftanfyri. Hetta eru sera dugnaligir tónleikarar, ið leggja alla orku í tónleikin og stuðla teimum trimum “divunum” til fulnar.

Fólk kunnu vænta sær eitt brak av eini konsert við sera høgum undirhaldsvirði í Løkshøll leygarkvøldið 10 mars, kl. 21.00

Tónleikurin, ið tey spæla, er eitt bland av Pop/Rock/R&B/Soul og Diva. Skráin er sett saman av kendum tøkuløgum, ið tey hava sett sín egna dám á, umframt at nøkur løg av komandi fløguútgávu teirra eisini verða at hoyra á konsertini.

Konsertin byrjar kl. 21.00. Atgongumerki á 200 kr. kunnu keypast í Fast í Saltangará og í Klaksvík.

2017-04-28T13:21:40+00:00
%d bloggers like this: