Divaz – Konsertummæli

Divaz
Konsertummæli

Ásbjørn Berthelsen

Stórt konsertbrak var væntandi tá tær tríggjar divurnar Malan Eyðunsdóttir, Laila Carlsen og Anna Maria Olsen trinu á pall í Løkshøll leygarkvøldið 10. mars. Og sigast má, at teir gott 150 áhoyrararnir, sum vóru komnir at lurta fóru ikki skuffaðir avstað aftur.
Á skránni hetta kvøldið vóru nógv løg hjá kendum sangarinnum og kvinnubólkum, Adele, En Vogue, Rihanna og Chaka Khan bara fyri at nevna nakrar. Eisini vóru 3 nýggir sangir, sum vera at hoyra á nýggju fløguútgávuni, hjá Divaz, sum tey fara í holt við at taka upp nú fyrsta dagin.

Og tað má sigast at vit fingu østrogen og Girl Power fyri allar pengarnar. Divaz kundu tað sama itið Rock Mamas, tí at tað er tað, tær eru! Tær rokkaðu høllina sundur og saman til stóra frøði fyri fjøldina.

Dugnaligu songkvinnurnar høvdu eitt dreyma-4-mans-orkestur við sær. Orkestrið ljóðaði sera væl og fylti ljóðmyndina væl út.

Eftir hálvanannan tíma var konsertin av, men máttu tey innaftur at spæla eykalag. Og ikki eiti á eykalag. Ein medley av kendum sangum sum t.d. Free your mind og Moves like Jagger. Seinasta lagið á konsertini var – sera passandi – Girls just wanna have fun. Ein staðfesting av at tað týdningarmesta við tónleikinum er at hugna sær og hava tað stuttligt.

Vit, sum lurtaðu, hugnaðu okkum eisini og høvdu tað stuttligt hesar 2 tímarnar konsertin vardi.

Vónandi fáa vit møguleikan at síggja divaz aftur í Løkshøll. Kanska til eina útgávukonsert – hvør veit. Og tá fylla vit allar stólarnar!

Takk divaz fyri eitt deiligt show!

2017-04-28T13:37:57+00:00
%d bloggers like this: