Ein løta við heimskendu Lenu Mariu í Løkshøll

Hóskvøldið 28. august kl. 19:00 verður Løkshøll karmur um serstaka konsert. Tað er svenska Lena Maria Klingvall, saman við egnari tónleikaratrio, sum fer at framføra eina fjølbroytta skrá við kendum og ókendum sagnum í ymiskum stíli á ymiskum tungumálum. Fleiri av kendu sangunum eru á nýggjastu fløgu hennara “Ett ögonblick”, sum er fimtanda fløga hennara.

Lena Maria, sum sá dagsins ljós í 1970, var fødd við ongum ørmum, og annað beinið var nógv styttri enn hitt. Í dag ferðast Lena Maria um allan heim við søgu síni, har hon leggur dent á týdningin at liva eitt góðskufult lív og í gerandisdegnum at síggja møguleikar heldur enn mørk. Eisini er Lena Maria kend songkvinna, rithøvundur og listakvinna.

Løtuna í Løkshøll fer Lena Maria millum sangirnar eisini at siga frá søgum og ymiskum, sum hon sjálv hevur upplivað – bæði gaman og álvara. Eisini um mongu ferðir hennara, serliga í Asia.

Meir er at lesa um Lenu Mariu á heimasíðu hennara www.lenamaria.com, har eisini lívssøga hennara er at finna.

Tónleikararnir eru Joakim Holgersson, klaver, Magnus Ahlgren, bass, og Robin Brokvist, trummur.

Atgongumerki á kr. 100,- til konsertina “Ein løta” eru at fáa á heimasíðuni hjá Løkshøll www.loksholl.fo.

Verið hjartaliga vælkomin til serstøku konsertina “Ein løta”.

2017-04-30T15:11:10+00:00
%d bloggers like this: