Eivør – Bridges útgávukonsert

Komandi vikuskifti sunnudagin tann 19. Apríl kl.19.30  heldur Eivør útgávukonsert í Løkshøll. Tá Eivør gav fløguna Room út í 2012, stóð útgávukonsertin í Løkshøll eftir sum ein av teimum allar bestu,og hevur Eivør tí valt eisini at gera Bridges útgávukonsert í Løkshøll.
Síðan Bridges kom út 27. Februar í ár, hava konsertir í Íslandi, Týsklandi, Eysturríki og Danmark staðið á skránni.  Við 26 konsertum tær seinastu 5 vikurnar, verður tað ein væltrimmaður bólkur vit fáa á pall í Løkshøll
Á konsertferðini í Týsklandi var Marius við og hitaði upp, og tað fer hann eisini til konsertina í Løkshøll. Umframt tað syngur hann eisini kór í nøkrum løgum hjá Eivør.
Tey ið verða á palli eru Mikael Blak, Høgni Lisberg,Tróndur Bogason, Marius Ziska  og so sjálvandi Eivør.
2017-04-29T14:36:28+00:00
%d bloggers like this: