Eivør í Løkshøll

Í sambandi við nýggju fløguna Room, fer Eivør at hava eina úgávukonsert í Løkshøll í Runavík.

Á konsertini fer Eivør saman við sera dugnaligum tónleikarum at framføra løg av nýggju fløguni og aðrar sangir, sum vit kenna frá Eivør.

Eivør hevur havt útgávukonsertir í Íslandi, og hava hesar fingið sera góð viðmæli.

Konsertin er ein av tveimum konsertum. Hin verður í Norðurlandahúsinum. Útselt er til ta konsertina!

Konsertin verður í Løkhsøll 15. September klokkan 20.00

2017-04-28T14:39:12+00:00
%d bloggers like this: