Eivør sveimaði sum í leysum lofti

Seinasta vikuskifti var konsert við Eivør Pállsdóttir í Løkshøll. Høllin var fullsett, og var hetta við at seta dám á at konsertin gjørdist eyka góð.

Hølið var sera stásiliga prýtt, og ongantíð fyrr hevur pallurin verið so pakkaður fyrr. Tað sá út sum eitt bland av einum antikk handli og einari sera hugnaligari gamlari og heimligari stovu. Gamlir møblar, borð, lampur, globusar, ljósakrúnur ja, alt tú kanst hugsa tær – prýddi pallin.

Eivør var væl uppløgd. Hon sang sum ein eingil – sum hon jú altíð ger, og dugdi sera væl at draga okkum áhoyrarar inn í sítt univers. Við søgum og stuttligum viðmerkingum fangaði hon áhoyrarnar, og hon dugdi væl at fortelja.

Saman við sær hevði hon eitt kór við 4 kvinnum og eitt 4 mans orkestur, sum spældu uppá øll møgulig løgin ljóðføri. Serliga teir báðir tangentleikararnir sluppu at falda seg út við Moog’um og Synth’um og øðrum stuttligum ljóðførum. At tað vóru tónleikasnillingar gjørdi bara upplivilsið størri. Serliga ávirkan gjørdi Theremin’in, sum Eivør sjálv spældi uppá. Eitt sjálvsamt ljóðføri, sum ikki er so vanligt – í hvussu so er ikki her hjá okkum.

Framførslan var eitt satt upplivilsi, og til tíðir sá tað út sum um Eivør sveimaði í leysum lofti, har hon stóð berføtt á gamla antikteppinum frammanfyri okkum. Og sveimandi komu vit eisini á mál við hesi konsertini, sum hevði borðið okkum gjøgnum friðarligar og lívligar sangir, nýggjar og gamlar sangir, kærleikssangir og meira grunandi, hugleiðandi og sorgblíðar sangir. Alt var ein søgufrásøgn frá eini kvinnu, sum hóast sín unga aldur hevur upplivað eitt sindur av hvørjum – bæði av sorg og gleði.

Konsertin var sera innilig, autentisk og erlig.

Takk Eivør fyri eina góða løtu í Løkshøll.

Heilsan
Ein lurtari

2017-04-28T14:50:14+00:00
%d bloggers like this: