Havnar hornorkestur í Løkshøll

Fríggjakvøldið, 22. november klokkan 20.00, verður horntónleikur í Løkshøll. Tá fer Havnar Hornorkestur at hava konsert.
Brot úr Tíðindaskrivi:
Hetta verða regluligu heystkonsertirnar hjá orkestrinum, áðrenn farið verður undir jólatónleikin í desember mánaða.
Hesaferð verður farið rættuliga langt aftur í tíðina við tí tónleikinum, sum spældur verður. Høvuðsparturin av tónleikinum verður nevniliga opera- og operettu-ouverturur. Orkestrið spælir ouvertururnar til La gazza ladra av Rossini, Nabucco av Verdi og til operettuna Yrkjari og Bóndi av Franz von Suppé. Eisini spælir orkestrið ballet-tónleik úr William Tell av Rossini. Harumframt spælir orkestrið eina útseting av kenda sanginum O Sole Mio, har Ernst Remmel er solistur á kornet, og eitt stutt spennandi stykki av Ron Goodwin, sum eitur Headless Horseman.
Fyri eini 30-40 árum síðani vóru hesar ouverturur mest at kalla standard repertoir hjá hornorkestrinum, og tær vóru framførdar til tær flestu konsertir. Síðani fóru tær “av móta”, soleiðis at teir ungu spælararnir í orkestrinum ongantíð hava spælt tær. Tí var hugskotið av blása nýtt lív (tilætlaður tvítýdningur) í henda fantastiska tónleik,
Konsertin, sum altso er klokkan 20.00 fríggjakvøldið 22. november, er ókeypis!
Vælkomin í Løkshøll
2017-04-30T15:52:15+00:00
%d bloggers like this: