Konsert í myrkri

Í sambandi við sólarmyrkingina skipar Sjóndepilin fyri konsert í myrkri í Løkshøll. Konsertin verður sunnudagin 22. mars.

Konsert í myrkri gongur í stuttum út uppá at vit eina løtu sleppa inn í heimin hjá teimum blindu. Alt fer fram í bølamyrkri, og tú sært einki ta løtuna konsertin er.
Fyri at gera tað enn meira “mystiskt” verður ikki kunngjørt, hvat er á skránni. Tað vil so siga, at tú veitst ikki hvat tú fert at hoyra – tað finna vit útav og práta um aftaná, tá konsertin er liðug! Fyrireikararnir hava tó latið eitt navn ‘leka út’. Kristina Bærendsen verður við!

Konsert í myrkri hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum fyrr, og lótu bæði tey, sum framførdu og tey, sum lurtaðu sera væl at.

Vit eru sera errin av at kunna presentera KONSERT Í MYRKRI í Løkshøll 22. mars klokkan 19.00.

Vælkomin í Løkshøll – Menning gjøgnum upplivingar. Eisini í myrkri!

2017-04-29T16:11:22+00:00
%d bloggers like this: