Løkshøll ov lítil

Leygarkvøldið 20. Oktober 2012 var stuðulskonsert fyri barnaheimið Shanti í Indiu. Tiltakið var lýst at vera eitt ”syngið við tiltak”, og fyrireikararnir høvdu fingið eitt stórt harmonikulið at spæla fyri til felagssangin. Og sigast má, at felagssangurin rungaði í Løkshøll. Tað vóru lættir evangeliskir sangir, sum sungnir vóru, og øll sungu við av hjarta. Hetta er fyrstu ferð at 20 harmonikur hava spælt í Løkshøll, men helst ikki seinastu ferð, tí harmonikurnar ljóðaðu avbera væl í Løkshøll!

Nakrar framførslur vóru eisini. Tann fyrsta var Zamar við Eyðuni Jacobsen og døtrunum á odda. Tey vóru væl uppløgd, og sungu millum annað onkran sang, sum verður á nýggju fløguni, sum tey geva út í næstum.

Monika Stauss Joensen spældi eisini nøkur løg á Violin. Monika er sera dugnalig á sínum ljóðføri, og stuttligt var eisini at síggja hvussu hon livdi seg inn í framførsluna. Við sær hevði hon Ann Kristin D Hansen, sum sat við flyglið.

Gudrun Rajani hevði eina framløgu um barnaheimið, sum savnað varð inn til. Hon greiddi frá um søguna og vísti myndir haðani.

Síðsta framførslan var við Sirikit og co. Sirikit sang m.a. sangir av fløguni, sum hon gav út fyri stuttum.

Løkshøll var stústappað hetta kvøldið, og áhoyrararnir vóru væl nøgdir við kvøldið.

2017-04-28T15:00:45+00:00
%d bloggers like this: