Martin Joensen – Konsertummæli

Martin Joensen – Úr dagbókini
Konsertummæli

Ásbjørn Berthelsen

Leygarkvøld er. Pallurin vakurt pyntaður. Reyðu stólarnir passa væl til reyðu myndina av Ettesabrúgv, sum verður víst uppá løriftið. Tveir gittarar, ein mikrofon, eitt nótastativ og eitt borð við eini vatnkannu og einum glasi. Løkshøll er stásilig at koma inn í. Pallurin er klárur hjá einum av okkara mætastu tóna og orðasmiðum, sum í kvøld skal hava konsert. Einsamallur maður á pallinum – bara Martin! Konsertin hevur heitið ‘Úr dagbókini’.

Fitt av fólki var á konsert, og fingu vit eitt sera gott upplivilsi. Martin greiddi frá síni lívssøgu frá byrjan í Vestmanna. Barnaárini í Vestmanna, ungdómsárini við tónleiki og veitslum, manndómsárini við rúsevnistrupulleikum, og hvussu hann á undurfullan hátt slapp undan hesum trupulleikum við hjálp frá ‘Timburmanninum úr Nasaret’. Afturvið frásøgnini fylgdu sangir hansara frá hesum tíðarbilum, og stuttligt var at síggja, hvussu sangirnir hingu saman við frásøgnini og søgdu hansara søgu.

Martin spældi og sang nógvar av sínum kendastu sangum so sum Svarti Ravnur, Morgun og Lat meg goyma teg, sum allir høvdu sína søgu.

Serliga nógv pláss gav Martin tíðini, hann var sjúkur av krabba. Hann greiddi frá um sína sjúkralegu, og um ymiskt, sum var hent í hesum sambandi, og um hvussu hann hevði upplivað, at Gud var við honum á vegnum. Konsertin endaði við sálminum Uttan teg, sum varð skrivaður á sjúkralegu.

Fólk vóru væl nøgd, og mátti Martin eisini innaftur at spæla tvey eykaløg. Sera vakurt var at hoyra, tá øll til endans sungu við í Ró. Tað kendist sum áhoyrararnir bert vildu dvølja í løtuni, tá tað ljómaði ‘Alla tíð ver hjá mær’

Takk Martin, fyri eina góða, inniliga og gevandi løtu í Løkshøll.

2017-04-28T12:04:35+00:00
%d bloggers like this: