Siloakórið konsert 2. hvítusunnudag

2. hvítusunnudag, 28. mai kl. 20, fer Siloakórið úr Fuglafirði saman við orkestri at hava
konsert í Løkshøll.

Siloakórið plagar áðrenn summarsteðgin at enda við einari konsert. Í ár verður henda konsertin hildin í Løkshøll. Kórið hevur havt eitt spennandi ár við konsertum, framførslum til møtir og ikki minst eini Danmarkarferð.

Í kórinum eru umleið 30 sangarar, og afturat sær hava tey fingið 5 tónleikarar at spæla undir.

Á konsertini fara vit at hoyra Siloakórið syngja bleytan gospeltónleik og okkurt acappella lag. Tey syngja bæði á føroyskum og enskum máli

Saman við kórinum fara vit eisini at hoyra sangarar úr kórinum syngja solo. Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

Konsertin verður 2. hvítusunnudag kl. 20 í Løkshøll. Atgongumerki à kr. 100 fáast við dyrnar, men eisini ber til at bíleggja atgongumerki á Kunningarstovuni í Fuglafirði, tlf. 238015, ella á tlf 238073.

2017-04-28T14:24:26+00:00
%d bloggers like this: