Ummæli av leikinum “Vikarurin”

Forkunnugur leikur í Løkshøll

-ummæli 17.02.14

Vikarurin varð frumsýndur fyri fulsettum sali í Løkshøll í kvøld, og tey mongu, sum høvdu leitað sær hagar í kvøld, fingu undirhald og álvarsemi fyri hvørt oyra
Klokkan sjey í kvøld varð leikurin við heitinum Vikarurin frumsýndur í Løkshøll. Talan er um úrslit av verkætlan hjá 10. floks næmingum úr Runavíkar- og Tofta skúlum, og sigast kann uttan himpr, at hesum eru tey komin avbera væl frá.
Undirritaði leitaði sær út í Løkshøll at forvitnast, hvussu leikur fór. Hevði onga ætlan um at skriva nakað ummæli sum so, tí sum týðari av leikinum kendi hann seg eitt sindur ógegniðan í so máta, men tá tað er nevnt her, og hann heldur seg frá at ummæla málburð og tað, sum hoyrir honum til, so man fara at bera til kortini.
Hesi seinnu árini hava leikir av ymsum slagi vunnið meira og meira inn um skúlagátt, og fleiri skúlar hava sett leik og sangleik í ætlanir sínar fyri árið hjá 10. flokki. Og ferð eftir ferð síggja vit, at vit eiga sera evnarík og framfýsin ung fólk, sum ikki smæðast burtur.
Leikurin í kvøld var einki undantak í so máta. Ella kanska var hann eitt undantak kortini, tí hann var framúr væl framborin í allar mátar. Leikarar komu væl frá uppgávunum, og orkestri ljóðaði væl. Fløvandi var at síggja, hvussu tey við leikstjóranum Noomi Reinert á odda hava megnað at gjørt ein álvarsaman leik so undirhaldandi og stuttligan, uttan at hetta tekur frá álvarseminum, sum annars er kjarnin í leikinum, nevniliga at menniskju eru serstøk, tí tey eiga samkenslu, ið er sprottin úr kærleika. Tónleikur og sangur fylti nógv og var berandi í leikinum, og hesin parturin var eisini væl frágingin. Tónleikalið undir kønu hond Ásbjørns Berthelsen ljóðaði væl og góvu leikinum eitt eyka krydd við rokk og rapp á høgum støði.
Samanumtikið ein leikur, ið er ógvuliga væl verdur at brúka hálvanannan tíma upp á eitt gerandiskvøld, og undirritaði umhugsar at taka eitt tørn afturat okkurt annað kvøld.
Netavísin/Edmund W Joensen
2017-04-30T15:17:13+00:00
%d bloggers like this: