Contact 2019-04-24T23:16:26+00:00

Hjartaliga vælkomin í Løkshøll

Løkshøll er partur av skúlanum við Løkin í Runavík. Løkshøll er karmur um mentanarligar upplivingar innan tónleik, sjónleik, konsertir og aðrar listagreinar. Møguleiki er eisini at húsa størri tiltøkum sum ráðstevnum v.m.

Talan er um eitt sera gott høli við framúrskarandi ljóð- og ljósviðurskiftum, so tí eru her dygdargóðir karmar, ið kunnu húsa sjálvt teimum mest krevjandi tiltøkunum.

Løkshøll er 400 fermetrar stór. Tað ber til at hava slætt gólv ella teleskoptribunu. Tá tribunan er frammi, eru 305 sitipláss. Beint við síðuna av Løkshøll er ein matarhøll á 170 fermetrar. Hinumegin liggur tað 480 fermetur stóra bókasavnið hjá skúlanum, sum eisini virkar sum býarbókasavn. Skúlin við Løkin hevur 18 skúlastovur og 34 ymisk onnur høli.

Leiga av Løkshøll

Ætlar tú at skipa fyri einum tiltaki av einum hvørjum slag, ber til at leiga Løkshøll!
Leiguprísurin valdast tiltakið
– hvat tiltak tað er,
– hvussu langt tað er,
– hvussu nógv rúm skulu brúkast (matarhøll, skúlastovur o.s.fr.)
– hvussu nógv útgerð og teknikkur skal brúkast.

Vend tær til Løkshøll fyri at avtala ein leiguprís.

Billettsøla á netinum

Løkshøll hevur eina billettskipan, har tey, sum ætla sær til eitt tiltak kunnu keypa atgongumerki á heimasíðuni www.loksholl.fo ella á kunningarstovuni í Runavík. Kostnaður fyri billetsølu á netinum er 10,- pr selt atgongumerki.

Hjartaliga vælkomin í Løkshøll – Menning gjøgnum upplivingar ®

Fyrispurningar til Løkshøll

Bústaður

Rókavegur 1
FO-600 Runavík

Teldupostur

loksholl@loksholl.fo

Telefon

Bárður +298 221328
Ásbjørn +298 222401

Facebook

Fá samband við okkum umvegis okkara facebook síðu. Har kunnu tit, umframt at lesa um komandi tiltøk, fáa tey allarfeskastu tíðindini.