Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Enn einaferð vísa vit Dreymar við havið. Eftir seinastu sýning vóru fleiri fyrispurningar um at vísa hann aftur, og nú Mentanarvikan í Runavíkar kommunu varpar ljós á film, við serligum denti á Sakaris Stórá, velja vit at seta Dreymar við havið aftur á skrá.

Um filmin
“Dreymar við havið” er ein søga um tvær ungar gentur á gáttini til vaksna lívið. Ester býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist tá Ragna flytur til bygdina.

Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara.

Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad, ið fyri fyrstu ferð roynir seg á filmi, sum Ester, meðan Helena Heðinsdóttir, ið eisini var við í Vetrarmorgun, er Ragna.