Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.
Keyp atgongumerki

Saman við beiggja sínum venur Toni boksing í lokalu felagshølunum á West End í Cincinnati, men gerst meira áhugað av dansitoyminum, ið eisini venur har. Hugtikin av teirra styrki og sjálvsáliti, velur hon at melda seg inn, og venur íðin rutinur og rørslur, og ger alt fyri at gerast ein góðtikin partur av bólkinum. Alt meðan hon stríðist við egnan samleika í nýggju umstøðunum byrja undarlig ting at henda… Ein og ein fella genturnar í óvit, eymka seg og ristast, og tykjast at verða í óstøðugari útreinskan. Fer Toni eisini at uppliva ‘the fits’?

Hetta er fyrsti filmurin hjá Royalty Hightower, ið spælir Toni. Hightower, ið er einans 12 ár, verður spádd at hava eina stóra framtíð innan filmsheimin. Eisini er hetta fyrsti filmurin, sum Anna Rose Holmer leikstjórnar. Holmer varð í 2015 vald av Filmmaker Magazine á listan “25 New Faces of Independent Film”.