Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Glaðar gospelkonsertir við Suð

3.-5. okt. í ár fer kvinnukórið Suð á konsertferð í Føroyum. Við á ferðini eru tónleikarar, gestasangarar og dansarar.
Talan er um tríggjar gospelkonsertir:
3. okt. kl. 20:00 í badmintonhøllini í Klaksvík
4. okt. kl. 20:00 í Løkshøll í Runavík
5. okt. kl. 20:00 í Norðurlandahúsinum

Á skránni eru góðir, kendir gospelsangir sum Down By The Riverside, Lean On Me, Oh Happy Day, Joyful Joyful o.a.
Suð byrjaði at syngja í 2002 og var sera virkið í 10 ár. Síðani hevði kórið ein steðg, men í 2017 byrjaðu tær aftur at venja regluliga. 18 kvinnur syngja í kórinum og Steinvør Fonn er kórleiðari. – Vitja síðu teirra á Facebook: “Suð”.

Tónleikararnir eru Magni Husgaard: tangentar, Pætur við Keldu: tangentar, Mikkjal Hvannastein: guitar, Agnar Lamhauge: bass, Henning Hjalt Nicodemussen: trummur og James Olsen: slagverk.

Gestasangararnir eru Guðrun Sólja Jacobsen og James Olsen.

Dansararnir eru: Emma Øregaard, Erla Østerø, Jancy Mohr, Vár Jansdóttir Norðá, Elisabet Bogadóttir Rasmussen og Sonja Wigant Eysturdal.

Eydna Skaale verður frásøgufólk á konsertunum.

Atgongumerki à kr. 250 og fyri lesandi à kr. 200,- fáast á heimasíðuni hjá Løkshøll: www.loksholl.fo, á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: www.nlh.fo og til konsertina í Klaksvík fáast tey á www.atgongumerki.fo. –

Frá 3. okt. kosta atgongumerkir kr. 300,-