Ferðin út í rúmdina

Hvussu koma rúmdarsondur og sattelittar út í rúmdina?  Hvørjar banar verða teir vanliga sendir í og hvussu fáast teir í hesar? - Ja, hetta er rakettvísind! Skrell, ljósdálking og plásstrot í rúmdini eru bara nakrar av avbjóðingunum, sum granskarar skulu viðgera tá ómannaðar rúmdarferðir skulu fremjast

Fyrilesturhaldari: Hans Kjeldsen, professari í stjørnufysikk á Institut for Fysik og Astronomi, Aarhus Universitet
Fyriskipari: Aarhus Universitet

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt søtt undir tonnina.

Byrjar:
6. October.2020
Frá kl.:
1745
Til kl.:
2000
Kostnaður:
ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík