Havsins dýpi: Tíðindi úr einum ókendum heimi
Havsins dýpi: Tíðindi úr einum ókendum heimi

Granskarar hava funnið óvæntað lív í størstu havdýpum og langt niðri í havbotninum. Hoyr um lívverur, sum hava laga seg til ógvusliga trýstið, og hoyr um bakteriur í havbotninum, sum hava ættarliðstíðir á fleiri túsund ár, og sum eru avgerandi fyri lívsumstøðurnar á jørðini.

Fyrilesturhaldarar: Bo Barker Jørgensen, professari í biogeokemi, Institut for Bioscience, Aarhus Universitet og Ronnie N. Glud, professari í biogeokemi, Biologisk Institut, Syddansk Universitet og Tokyo University of Marine Science and Technology.
Fyriskipari: Aarhus Universitet

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt søtt undir tonnina.

Byrjar:
3. November 2020
Frá kl.:
1745
Til kl.:
2000
Kostnaður:
ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík