Smakkurin av øli
Smakkurin av øli

Hoyr professionella bryggimeistan siga frá um týdningin av geri fyri aroma í ølinum, um hvussu maltið ávirkar litin, smakkin og hvussu smakkurin verður varveittur, og um leiklutin hjá humlu í smakki og aroma. Til fyrilesturin fært tú bjóða lítlar smakkiroyndir av fimm ymiskum øl-sløgum.

GG! Fyrilesturin hesaferð er longri enn vanligt

Fyrilesturhaldarar: Zoran Gojkovic, bryggimeistari og Erik Lund frá Carlsberg Laboratorium.
Fyriskipari: Aarhus Universitet

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt søtt undir tonnina.

Byrjar:
10. November 2020
Frá kl.:
1745
Til kl.:
2030
Kostnaður:
ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík