Upprunin til nútímans menniskjuna
Upprunin til nútímans menniskjuna

Hoyr um nýggjastu úrslitini innan søgu menniskjans, sjúkuepidemiir frá farnum tíðum, hvussu djór frá ístíðini og hvussu vit sum einstaklingar eru eitt úrslit av okkara genetiska arvi ella okkara umhvørvi.

Fyrilesturhaldari: Eske Willerslev, professari í DNA gransking, Globe Institut, Københavns Universitet.
Fyriskipari: Aarhus Universitet

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt søtt undir tonnina.

Byrjar:
17. November 2020
Frá kl.:
1745
Til kl.:
2000
Kostnaður:
ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík