Konsert við Bárði á Lakjuni og SWAY

Sunnukvøldið 27. septembur kl 19:30 verður Løkshøll í Runavík karmur um útgávukonsert, í sambandi við at Bárður á Lakjuni fyrr í ár gav út fløgu og bókling við yrkingum undir heitinum ”Lívsins dansur”.

Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt í útvarpi, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur”, ”Fóður hevur fylgjur” og nógvar aðrar góðar saman við nøkrum av okkara dugnaligastu tónleikarum. Fyrst og fremst verða sangirnir á útgávuni framførdir, men eisini annað tilfar verður at hoyra - bæði sangir og upplestrar. Nakrir málningar, ið prýða bóklingin, verða eisini sýndir fram, og til ber sjálvsagt eisini at ogna sær útgávuna.

Útgávan, Lívsins dansur, er annars vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Talan er um bókling við sekstan tekstum, harav meginparturin eru nýggir tekstir, meðan nakrir eru útgivnir áður á øðrum tónleikaútgávum. Leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, hevur gjørt myndirnar, ið prýða savnið, og fløga við níggju skeringum er eisini knýtt at útgávuni - sjey sangir og tveir upplestrar. Niclas Johannesen hevur framleiddi tónleikaliga partin.

Sum eyka krydd hevur Bárður fingið sera vælsvingandi a'capella kvinnubólkin SWAY at hita fjøldina upp.

Byrjar:
27. september 2020
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:00
Prísur:
190 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík