Faroexpo ráðstevna um Brexit

"Brexit, avbjóðingar og møguleikar” er heitið á ráðstevnuni á Faroexpo í Løkshøll 23. oktober kl. 13-17.

Málið við ráðstevnuni er at lýsa støðuna í samband við Brexit, og hvussu Føroyar koma at standa í skiftinum hjá Bretlandi, frá at vera eitt ES-land til at standa í somu støðu í Norðurhøvum sum vit og onnur lond, ið ongantíð gjørdust partur av hesum felagsskapi. Eisini er ætlanin at koma inn á hví samvinnan við Stóra Bretland ikki er størri, enn hon er.

Fyrilestrarnir fara at lýsa støðuna í samband við Brexit frá trimum ymiskum sjónarhornum, og hava vit tí fingið tveir útlendskar og ein føroyskan fyrilestrarhaldara til at lýsa støðuna. Fyrilestrarnir verða:

Bretska sjónarhornið: “Framtíðar handil og fíggjarligt samstarv millum Stóra Bretland og Føroyar” Emma Hopkins, bretsk sendikvinna í Danmark.

Føroyska sjónarhornið: “Møguleikar hjá føroyskum tænastu fyritøkum í Bretlandi” Áki Johansen, føroyskur sendimaður í Bretlandi.

Íslendska sjónarhornið: “Uttanríkisráðharri og altjóða menningarsamstarv” Guðlaugur þór þórðarson, uttanríkisráðharri í Íslandi

Eftir fyrilestrarnar verður eitt pallborð við fólkum, sum kenna til støðuna millum Stóra Bretland og Føroyar, soleiðis sum hon er í dag, og sum kunna reflektera yvir hvussu tað er ynskiligt at støðan verður framyvir og hvussu komið verður hartil. Áhoyrararnir fáa høvi at verða við í kjakinum.

Pallborðsluttakarar: Ben Arabo, Heri á Rógvi, Kate Sanderson og Regin Jacobsen
Orðstýrari: Óluva Zachariasen

Ráðstevnan er almenn, men orsaka av korona-tilmælunum sleppa bert 100 luttakarar til ráðstevnuna, meiri kunning og tilmelding er at finna á www.faroexpo.fo.

Byrjar:
23. October 2020
Frá kl.:
1300
Til kl.:
1700
Kostnaður:
880 kr.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík