Undarligir sansir

Okkara fatan av veruleika er bygd á tey minnir og teir sansir vit hava. Hoyr um hvussu lítlan lut av okkara umheimi vit í veruleikanum fata, og um teir undarligu sansirnar, ið loyva summum djórum eina veruleikafatan, sum er sera langt frá okkara egnu.

Vit liva í eini ímynd; ein ímynd, ið er skapað av, at vit bera saman fatanina frá sansum okkara við viðføddum og lærdum afturkenningarmynstrum goymd í heila okkara. Tað merkir, at tann fataði veruleiki fullkomuliga er bygdur á teir sansir og tey minnir ein vera hevur. Tí hava djór og menniskjur við ymiskum sansum eisini sera ymiskar heimsfatanir. Stutt sagt: Okkara veruleiki er tann lutur av umheiminum, sum vit kunnu sansa.

Hesin fyrilesturin leggur dent á hvussu lítlan lut av umheiminum vit í veruleikanum fata við okkara sera avmarkaðu sansum, og hvussu upptikin heilin er at trýsta sansafatanir inn í tey mynstur, hann kennir.

Tú fert eisini at hoyra um teir undarligu sansirnar; teir sansir, ið loyva summum djórum eina veruleikafatan, ið er sera langt frá okkara: hitasjón hjá slangum, magnetsansurin hjá fugli, biosonar hjá flogmúsum og evnini hjá hávum at føla elektromagnestisk umhvørvir. Til seinast í fyrilestrinum hyggja vit eftir okkum sjálvum við spurninginum: Hava vit 6. sansir?

Um fyrilesturhaldaran
Peter Teglberg Madsen er professari í sansafysiologi á Institut for Biologi á Aarhus Universitet og er førandi í heiminum innan gransking í hvussu hvalir og flogmýs nýta biosonar. Ein av hansara nýggjastu viðurkenningum fyri hetta er Forskningsministeriets Eliteforsk-pris, sum hann fekk í 2019.

---

Fyrilestur: Undarligir sansir
Fyrilesturhaldari: Peter Teglberg Madsen, professari í sansafysiologi, Institut for Biologi, Aarhus Universitet
Mál: Danskt
Atgongd: Ókeypis, men neyðugt er at skráseta seg við komu

Byrjar:
23. februar 2021
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Kostnaður:
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík