Vatnið undir fótum okkara

Vatn er ein treyt fyri lív okkara á jørðini; um vit drekka tað, vaska okkum í tí, ella nýta tað í landbúnaði. Granskarar hava ment nýggjar hættir at skanna jørðina eftir vatnleiðandi jarðarløgum, sum er avgerandi fyri at tryggja reint grundvatn og eina burðardygga nýtslu av tí.

Vatn er ein treyt fyri lívið okkara her á jørð; um vit drekka tað, vaska okkum í tí, ella tað verður nýtt í landbúnaði. Tað er ein partur av einari innviklaðari ringrás: Orsaka av hitanum frá sólini fordampar vatn á jørðini og á havsins yvirflatum, verður til skýggj og vatndropar, fyri síðan at fella niður aftur sum regn. Regnvatn rennur beint í løkir ella niður í jørðina, og verður til grundvatn. Óansæð hvønn veg regnið fer, verður tað einaferð í tíðini aftur til hav, og ringrásin er endað.

Jørð er perfekt til at síla og goyma vatn. Tá vatnið er í jarðarløgunum, er fordampingin lág, støðugt lágur temperaturur, og tað verður í stóra mun reinsað fyri føðsluevnir og alt livandi á veg niður gjøgnum jarðarløgini. Tað merkir, at tá vit skulu nýta vatnið, skulu vit "einans" finna hvar í undirgrundini tað er, og pumpa tað upp, ofta uttan at tað er neyðugt at reinsa tað.

Á mongum støðum á jørðini verður vatnmangul orsaka av veðurlagsbroytingum. Tað er tó ikki støðan í Danmark, har tað alsamt regnar meira, og har er meira enn ríkiligt av vatni í landslagnum. Bæði ov nógv og ov lítið vatn gevur stórar samfelagsavbjóðingar, og burðardygg nýtsla av vatnið er tí avgerandi fyri alt menniskjalív.

Í hesum fyrilestrinum fara vit at leggja dent á grundarlagi undir øllum, sum er møguleikin at skanna eftir vatnførandi jarðarløgum við tøkni, ið er ment á universitetinum í Aarhus av einum av heimsins førandi granskingarbólkunum innan økið.
Granskingarævintýrið fevnir breitt; frá at konstruera elektroniskar ringræsir, byggja samansettan tólbúna og menna framkomnar teldualgoritmur, til praktiska skanning av jørðini í verkætlanum kring allan heimin.

Hoyr í fyrilestrinum um, hvussu ein slík gransking fer fram, hvussu nógvar svøvnleysar nætur tað inniber, tá okkurt ikki virkar, sum tað skal og hugsast má umaftur, og um hvussu stórur sigurin er, tá tey fyrstu dáturnar koma inn frá einari runufyltari mark í Jyllandi.

Hoyr eisini um summar av verkætlanunum kring heimin; um at sigla á Mississippiánni, um at koyra í flóttafólkalegum í Afrika, og um at vaska køvievni úr markum í Danmark. Í hesum dømunum hevur skanning av jarðarløgunum undir fótum okkara ein avgerandi leiklut fyri, hvussu vit burðardygt og á bestan hátt kunnu nýta vatnið í jørðini.

Til hetta hoyrir eisini, at tá granskarar, hugskot, gransking og íverksetan ganga hond í hond, kunnu fyritøkur og vinnur koma burturúr, ið kunnu útflyta ritbúna og tól og skapa góð arbeiðspláss í Danmark.

Serstøk kunning frá Aarhus Universitet til skúlar
I gymnasieskolen har foredraget særlig relevans for fagene fysik, geovidenskab og naturgeografi. For alle tre fag indgår metodiske overvejelser, samt teknologiske udfordringer der kræver innovative løsninger. I naturgeografi C og B samt geovidenskab A dækkes kernestofområder inden for vandets kredsløb, herunder grundvandsdannelse og for geovidenskab A desuden opbygningen af geologiske lag.

I foredraget gives eksempler på anvendelse af elektriske kredsløb og induktion. Elektriske kredsløb er kernestof i geovidenskab A, fysik B og A. Induktion er kernestof på fysik A (stx) og kan tilvælges fysik A (htx), hvis magnetiske felter vælges som valgfrit emne. 

Foredraget er velegnet til at indgå i et tværfagligt forløb (SRP) mellem fysik og naturgeografi.

Um fyrilesturhaldaran
Granskingin hjá Esben Auken fevnir vítt, men hevur seinnu árini snúð seg um menning av elektronikki og tólum til skanning av undirgrundini, og hvussu hesar dátur kunnu nýtast í ótrúliga nógvum førum í samfelagnum; eitt nú at nýta vatnið í undirgrundini burðardygt, og at kortleggja hvussu jarðfrøðiligu løgini í samband við dálking, og at finna ráðevnir til byggivinnuna.

Esben hoyrir til ein bólk av granskarum, útvið 30 í tali, á Aarhus Universitet, og eru tey førandi í heiminum innan sítt økið. Esben hevur arbeitt við verkætlanum í samstarvi við universitet kring allan heimin - eitt nú USA, Europa, Afrika, India, Australia og Ný Sæland. Hann hevur kortlagt grundvatnsskipanir líka frá Antarktis til Galapagos oyggjunum. Esben er ein nógv umbiðin fyrilesturhaldari kring allan heimin.

---

Fyrilestur: Vatnið undir fótum okkara
Fyrilesturhaldari: Vicedirektør Esben Auken, De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland (GEUS), desuden adjugeret professor i geofysik, Institut for Geoscience, Aarhus Universitet.
Mál: Danskt
Atgongd: Ókeypis, men neyðugt er at skráseta seg við komu

Byrjar:
2. mars 2021
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Kostnaður:
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík