Máttmiklar smáverur, ið gagna tær

Fá meira at vita um nýggjastu gransking um bakteriur, svampar og virus sum liva í og á hvørjum einstøkum av okkum alt lívið. Tær styrkja mótstøðuføri móti vandamiklum smáverum, verja okkum móti kroniskum sjúkum, og ávirka heilan og stoffskiftið positivt.

Meðan altjóða samfelagið stríðist móti covid-19-pandemiini, hava flestu okkara skilt hvussu máttmikil ein mikroskopiskur virusbitil kann verða. Hann kann verða atvoldin til ótta, sjúku og í ringasta føri deyða. Hann kann seta eitt heimssamfelag í bíðistøðu. Slíkar epidemiir við sjúkuelvandi virus, bakterium ella svampum hava í menningarsøgu menniskjans verið ein støða, ið hevur endurtikið seg við skiftandi millumbili.

Men er tað øll søgan um máttmiklar smáverur? Nei, als ikki:

Ágrýtna ganskingin síðstu 10 árini í milliardum av persónligum bakterium, svampum og virusi, sum livir í og á hvørjum einstøkum vísir, at størsti parturin av smáverum antin eru púra líkaglað við okkum, ella eru tær sera gangligar. Hetta síðsta merkir, at tær í ófatiliga stóru kemisku verksmiðju síni døgni runt framleiða eina ørgrynnu av evnum, sum styrkja okkara mótstøðuføri móti teimum relativt fáu smáverunum, og ávirkar heilan og stoffskiftið positivt.

Fleiri granskarar hava tað áskoðan, at so leingi okkara astronomiskt nógvu smáverur eru í einari økologiskari javnvág við okkum, verja tær okkum móti eini rúgvu av sjúkum, sum vit genetiskt sæð hava lætt við at fáa.

Hinvegin, um tað er manglandi samværi millum tær persónligu smáverurnar og okkum, tykist tað at verða ein størri vandi fyri at fáa ymiskar sjúkur, eitt nú astma, diabetis, yvirvekt, æðrakálking, tunglyndi, skizofreni, tarmbruna, kroniska møði, nøkur sløg av krabba, sklerosu og Parkinsonismu.

Tí eru smáverurnar ikki einans vandamiklar og nakað, ið vit skulu gera alt fyri at umgangast. Sera nógvar ymiskar smáverur eru aktivar og hjálpsom samferðarfólk gjøgnum lívið.

Hoyr um hvussu tú fært tað besta burturúr tínum mikroskopisku, men óumberiligu og máttmiklu makum fyri lívi.

Um fyrilesturhaldaran
Oluf Borbye Pedersen er dr.med. og professari í genomgransking á Københavns Universitet. Hann hevur síðan 2010 verið granskingarleiðari hjá Novo Nordisk Fondens Metabolismecenter á Københavns Universitet. Hann er á altjóða støði millum fremstu vísindafólk, ið granska genetisku og umhvørvisorsøkirnar til lívstílssjúkur, og hann er undangongufólkini, ið lýsa leiklutin hjá tarmbakteriunum fyri heilsu og sjúkuvanda.

Uddannelses- og Forskningsministeriet hava heiðra hann við Forskningskommunikationsprisen fyri hansara serligu evnir at greiða almenninginum frá um gransking sína, sí filmsbrot. Eitt nú ger Oluf trupla gransking livandi og lætta at skilja við sínum frágreiðingum um okkara smáverur, sum hvønn dag stríðast eitt deyðiligt kríggj innan í og á okkum. Hann fær okkum at hugsa um, hvørjar av hesum smáverum vit aktivt eru í parti við. Og í meira eksistentiellum týdningi: Hvørji vit í veruleikanum eru sum menniskju - vit okkara milliardum av einastandandi smáverum, sum aktivir makar fyri lívi.

Byrjar:
13. apríl 2021
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Prísur úr:
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík