Pandemiir síðstu 200 árini

Hvat kunnu vit læra við at hyggja aftur í søguna eftir stóru epidemiunum og pandemiunum, eitt nú pestini, sponsku sjúku, koppar, kolera og meslingar? Nýggj matematisk modell geva innlit í hvussu framtíðar epidemiir menna seg, so sum covid-19-pandemiin.

Søguliga sæð hevur menniskja livað við ógvusligum epidemium og pandemium, sum hava hildið fólkatalinum niðri. Sjúkur sum pest, koppar, kolera og meslingar, og influensu-pandemiir sum spanska sjúka, herjaðu heimin í árunum 1918-20. Hendan síðsta drap áleið 1-2 % av fólkatalinum í heiminum, sum svarar til at omanfyri 50 milliónir lótu lív, um líknandi pandemi kom í dag.

Yvir allan heimin arbeiða granskarar við at avdúka nútíðar hóttanir og at fyrireika okkum til framtíðar pandemiir. Kemur ein stór, deyðilig pandemi aftur? Hvat slag av virus kann tað verða? Er vandi fyri at hon kann gerast eins deyðilig sum fortíðar ræðuleikar? Kunnu vit steðga henni?

Um fyrilesturhaldaran
Lone Simonsen er professari og pandemigranskari á RUC og flutti fyri fimm árum síðan aftur til Danmarkar eftir eina starvstíð sum epidemiologur hjá Center for Disease Control and Prevention (CDC) í USA og National Institutes of Health (NIH). Hon hevur í skjótt 30 ár nýtt matematisk og hagfrøðiligar framferðarhættir til at skilja fortíðar og nútíðar epidemiir og pandemiir.

Í samband við 100 ára dagin fyri sponsku sjúku í 2018 hevði Lone nógvar fyrilestrar og spáddi longu tá, at neyðugt var at fylgja vit coronavirus-familjuni sum ein framtíðar pandemi-hóttan.

Við síni serligu kvantitivu tilgongd og søguliga atlitinum hevur hon átikið sær COVID-19-pandemiina og arbeiðir við at kortleggja serligu eginleikarnar sum útbreiðsla og deyðiligheit, og at skilja fyribrigdi "superspjaðara" - eitt fyribrigdi, sum hon metir er heilt grundleggjandi fyri at skilja hvussu tað ber til at halda skil á hesi coronavirus-pandemiini, meðan bíða verður eftir einum koppingarevni.

Byrjar:
16. mars 2021
Frá kl.:
18:00
Til kl.:
20:00
Prísur úr:
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
22 13 28
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík